Lýsing
Vit søkja røktarstarvsfólk til heimatænastuna
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag í egnum heimi, er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Heimatænastan heldur til á Miðstøðini í Leirvík, og har arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og fysio- og ergoterapeutar, sum øll luttaka í einum endurmennandi toymi.
Søkt verður eftir
Heilsurøktara ella heilsuhjálpara til eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,75 ella eftir egnum ynski.
Starvið verður sett frá 1. mai 2025 og til 31. mai 2026.
Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti.
Førleikar og væntanir
- Útbúgvingsum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
- Áhuga og hegni í at veita heimabúgvandi borgarum røkt, endurmenning og heilsustimbran
- Góð tvørfaklig samstarvsevnir
- Evni og áhuga at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðinum
- Jaligheit og smidleika
Vit kunnu bjóða
- Eitt sjálstøðugt starv og eitt spennandi arbeiðspláss
- Fjølbroyttar avbjóðingar
- Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Felags innleiðslu í Nánd umframt upplæring á staðnum
- Dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Gott arbeiðsumhvørvi
- Eitt eldraøki í menning
Starvssetan og løn: Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR/KAF og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mars 2025 kl.12.00.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Biskupsmerkur 4, kj. - 520 Leirvík, ella á teldupost: katrin@eystur.fo
Meiri kunning um Nánd her