Lýsing
Vesturstova søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv at byrja 1. juni 2025 og til 1. september 2026. Talan er um starvsbrøk 0,8, ið svarar til eitt miðaltímatal á 32t/viku. Starvast verður í dagtímunum 4 dagar um vikuna, har tú tveir dagar um vikuna arbeiðir sum kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur útyvir vanligu normeringina.
Vesturstova er eitt sambýli til 17 fólk, og har arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt køksstarvsfólk og reingerðarfólk.
Innihaldið í starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur er, at
- tryggja og menna sjúkrarøktina á Vesturstovu
- hava ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum á Vesturstovu við geriatriskum, torgreiddum, bráðfeingis, somatiskum og sálarligum vandamálsstøðum
- hava ábyrgd av undirvísing og upplæring av starvsfólkum
- samstarva tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði innan- og uttanhýsis
- hava serlig fakøki so sum heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión um hendi
- saman við deildarleiðara tryggja skjalfestan, gera og íverkseta mannagongdir
Vit kunnu bjóða
- góða innleiðslu
- eitt gott arbeiðspláss
- ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Vit vænta at tú
- hevur áhuga og hegni at arbeiða við eldri fólki og vilt arbeiða útfrá visión, missión og virðisgrundarlagnum hjá Nánd
- hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi
- ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur, og at tær dámar væl avbjóðingar
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan (PCC)
- hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparring og undirvísing
- dugir væl at málbera teg í skrift og talu og hevur góðan telduførleika
Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta 1. juni 2025 og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Astrid Joensen, deildarleiðara, tlf. 730232 ella við telduposti astrid@eystur.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til astrid@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til Vesturstovu”.
Umsóknarfreistin er 21.03.2025 kl. 12.
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her