LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
1. februar 2023
Útgongur
12. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Uttanlandstænastan søkir eftir skrivstovufólki til setan frá 1. mars 2023 til 1. oktober 2023. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv á 32 tímar um vikuna í dagtímunum gerandisdagar.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Uttanlandstænastuni er, at fyriskipa og miðsavna allar uppgávurnar í sambandi við, at sjúklingar verða ávístir uttanlands til viðgerð, herundir eisini at eftirkanna og menna sjúklingagongdir sum fevna um viðgerð uttanlands. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd við sjúklinginum í miðdeplinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Samskipa og avgreiða ymiskar fyrisitingarligar uppgávur
  • Samskifta við sjúklingar og avvarðandi
  • Samstarva við deildir á Landssjúkrahúsinum, sjúklingavegleiðarar og - samskiparar uttanlands, sjúklingahotell og ymisk sjúkrahús uttanlands
  • Vegleiða og ráðgeva um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi sambært galdandi kunngerð
  • Avgreiða og vátta rokningar í talgildum skipanum
  • Avtala fráferðir og avgreiða ferðaskjøl
  • Vera partur av starvsfólkatoyminum, sum arbeiðir við at menna sjúklingagongdir
  • Avgreiða ferðaendurgjald
  • Ymiskar bókhaldsuppgávur
  • Avgreiða umsóknir um cpr-nummar til sjúklingar
  • Samskifta við avvarðandi tá talan er um andlát v.m.
  • Avrokna útlendingar, sum hava fingið viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum
  • Gera og umsita ymisk hagtøl í sambandi við viðgerð uttanlands
  • Halda eyga við og eftirkanna, at avrokningar frá viðgerðarstøðum uttanlands eru samsvarandi tað, sum Føroyska Sjúkrahúsverkið hevur ávíst sjúklingin til

Vit bjóða:

  • Eitt fjøltáttað og avbjóðandi starv, har tú ert partur av einum sera vælvirkandi toymi
  • Eitt spennandi starv, sum tú verður við til at menna í samstarvi við onnur
  • Eitt arbeiði, har arbeiðslagið er merkt av skjótleika og uppgávum, sum krevja gott yvirlit, skjótar avgerðir og skjóta avgreiðslu
  • Eitt dynamiskt, fjølbroytt og gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Tætt samstarv við ymiskar yrkisbólkar, bæði í Føroyum og uttanlands
  • Góða og stigvísa innleiðslu

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi
  • Royndir sum læknaskrivari ella aðrar fyrisitingarligar royndir
  • Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Megnar at hava fleiri uppgávur í senn og at arbeiða skjótt, tá uppgávan krevur tað
  • Góð evni at samskifta og til tíðir handfara truplar støður
  • Ert opin, tænastusinnað/-ur mótvegis sjúklingi, avvarðandi og samstarvsfólkum
  • Góð evni at møta sjúklingi og avvarðandi í kreppustøðum
  • Góð samstarvsevni
  • Góðan telduførleika
  • Hevur góðan førleika at orða teg, bæði munnliga og á skrift á føroyskum, donskum og enskum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvør Justinussen, Deildarleiðara á Uttanlandstænastuni, tlf. 507672 ella teldupost ingju@ls.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 12. februar 2023.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/-ur verður, hevur starvast uttanfyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

 

Uttanlandstænastan

Uttanlandstænastan er partur av Kliniska stápinum á Sjúkrahúsverki Føroya, við staðsetan á Landssjúkrahúsinum. Leiðarin á Uttanlandstænastuni vísir til leiðaran í Kliniska stápinum. Á Uttanlandstænastuni arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og skrivstovufólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar í mun til lógarverk og sáttmálar og deildin er ein samskipandi eind fyri klinisku deplarnar á sjúkrahúsunum og sjúklingarnar, sum verða ávístir til viðgerð uttanlands. Uppgávurnar eru umframt at vera sjúklingatengdar eisini í mun til fígging, avgreiðslu og fyriskipan í tilrættaleggjanini av viðgerð uttanlands. Somuleiðis fevna uppgávurnar um at samskifta við avvarðandi tá talan er um andlát, umframt samskifti, ráðgeving og avrokning í samband við at útlendingar fáa viðgerð/tænastu frá Sjúkrahúsverkinum. Starvsfólk hjá Atlantic Airways við staðsetan á Uttanlandstænastuni eru ein náttúrligur partur av starvsfólkabólkinum.

Kliniskur stápur
Kliniskur stápur er nýggjur í Sjúrkahúsverkinum og er samansettur av verandi og nýggjum virksemi. Yvirskipað hevur Kliniski stápurin ábyrgd av ymiskum tvørgangandi uppgávum saman við - og fyri klinisku deplarnar. Hesar uppgávur eru miðsavnaðar í Kliniska stápinum, so tær stuðla undir virksemið í samlaða sjúkrahúsverkinum. Málið er, at Kliniski stápurin við sínum ymisku uppgávum, bæði er ein longdur armur og ein serstøk tænasta til klinisku deplarnar. Somuleiðis virkar stápurin sum bindilið millum Stjórn, klinisku deplarnar og deildirnar í serstøku uppgávunum hjá stápinum. Kliniski stápurin samstarvar við allar deplar og deildir og gongur undan í at samskipa, góðskutryggja og menna Sjúkrahúsverkið. Kliniski stápurin hevur uppgávur bæði í mun til sjúklingin og starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið