Strandfaraskip Landsins
Útgivið
17. juli 2023
Útgongur
31. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum ágrýtnum 2.stýrimanni til Strandfaraskip Landsins at byrja 1. september 2023 og fram til 31. august 2024. Talan er um eitt fulltíðar farloyvisstarv í 1 ár umborð á Smyrli.

Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Arbeiðsætlanin er í løtuni 7 dagar umborð og 7 dagar í landi. Umstøður eru at búgva umborð.

Starvið
Høvuðsuppgávan hjá 2. stýrimanni er at veita skipsleiðsluni ein skilagóðan og tryggan rakstur og hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv. 2. stýrimaður er tiltaksfólk hjá 1. stýrimanninum og ábyrgdar mótvegis skiparinum m.a. í trá til niðanfyri standandi arbeiðsuppgávur:

  • Hevur ábyrgd fyri trygdarútgerðini og maritima bókasavninum.
  • Hevur ábyrgdina fyri arbeiðsøkinum í samband lossing og lasting, hettar í samstarvi við yvir- og 1. stýrimann. Í tráð við hesa ábyrgd, setir hann upp mannagongdir fyri arbeiðið á dekkinum, hettar í tráð við lýstar trygdarreglar á dekkinum.
  • Brúkar Pre-Master og tryggjarviðlíkahaldið sambært nevndu viðlíkahaldsskipan.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum skipsførari
  • Sjóvinnubræv sum vakthavandi stýrimaður (Watchkeeping officer) - STCW reg. ll/1.
  • Heilsuváttan
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
  • Eftirútbúgving sum sjúkraviðgerði
  • GOC in GMDSS STCW reg. lV/2

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur Crowd and Crisis management (Ro-Ro ferðamannaskip) STCW A-V/2-1, 2-3, grein 16 skeið og SSO. Harafturat væntast at ein skal kunna loysa av í hægri starvið.

Onnur viðkomandi krøv

  • Tú ert ein álítandi, ábyrgdarfullur og fyrikomandi
  • Tú hevur góðan røkjuskap og ert ágrýtin
  • At tú kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við ferðafólk og starvsfelagar. Harumframt fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
  • Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta á føroyskum og enskum.
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til telduskipanirnar Outlook, Sharepoint og Pre-Master.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eftir lønarflokki 3.

Umsóknarfreistin er mánadagin 31. juli . Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimann Petur Ingvard Svarvadal við at senda ein teldupost til pes@ssl.fo.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Stovnurin er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir.
Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2021 var umleið 1050.000 ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 400.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 200 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið