Lýsing
Farloyvisstarv sum eftirlitsfólk/greinari á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Farloyvisstarv sum eftirlitsfólk/greinari á Arbeiðs- og brunaeftirlitið er leyst at søkja, nú eitt av okkara starvsfólkum fer í barnsburðarfarloyvi.
Um starvið
Talan er um eitt fakliga áhugavert og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika fyri at geva eitt munandi íkast í at hækka trygdina í føroyska samfelagnum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- at gera eftirlit á ymiskum eftirlitsøkjum m.a. arbeiðsumhvørvi
- at standa fyri ymiskum kanningum innan arbeiðsumhvørvi
- at samskipa innanhýsis verkætlanir, ið hava sum endamál at menna kjarnuvirksemið hjá stovninum
- at greina og arbeiða við dátum frá eftirlitum og óhappum v.m.
Harumframt kemur tú at arbeiða við øðrum fyrifallandi uppgávum.
Útbúgving, førleikakrøv og persónligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving á bachelorstøði og kanst vísa á royndir við at greina dátur, samskipan og at gera kanningar. Tað er harumframt ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá almennari fyrisiting.
Í starvinum er neyðugt at tú:
- dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kanst gera teg skilligan á norðurlendskum og enskum máli
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- dugir at fasthalda yvirlitið
- dugir at arbeiða miðvíst
- dugir at nýta vanliga KT
Vit vænta, at tú hevur eitt jaligt lyndi, samstarvshug og fakligt ágrýtni til at seta teg inn í øll virkisøkini hjá stovninum.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um farloyvisstarv, ið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvstíðarskeiðið er frá 1. august 2021 til 31. juli 2022
Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Eirargarður 2, 2. hædd, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin hin 9. juli 2021 kl. 12:00.
Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40 ella við telduposti á lp@arb.fo