Lýsing
Farloyvisstarv sum kostfakligur máltíðarvertur og samskipari til Klaksvíkar Sjúkrahús er leyst at søkja frá 1. apríl 2023 ella eftir avtalu og til 31. mars 2024.
Starvið er eitt fulltíðarstarv, har møguleiki er at avtala lægri brøk. Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 08.00 til 16.00.
Ábyrgd:
- Hava fokus á mat og máltíðir hjá sjúklingum/borgarum, fyri betri at røkka tørvin hjá tí einstaka.
- Vera fakligur samskipari millum køk og sjúklingadeild og harvið tryggjað eitt gott og tvørfakligt samstarv um matin.
Arbeiðsuppgávurnar:
- Borðreiða til máltíðir
- Samstarva við røktarstarvsfólk um matin til sjúklingarnar
- Ráðgeva sjúklingum/borgarum, avvarandi og starvsfeløgum um kost
- Menna og viðlíkahalda tilfar og mannagongdir bæði í køkinum og á sjúklingadeildini.
Førleikar:
- yrkisbachelor í føðslu og heilsu, føðslutøkningur, føðsluatstøðingur ella líknandi
- tú hevur holla vitan og kunnleika um mat og føðslu
- tú dugir væl at samskifta í skrift og talu
- tú hevur KT-førleika
- praktiskar arbeiðsroyndir frá stovnskøki kann vera ein fyrimunur.
Persónligir eginleikar:
- tú ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi
- tú dugir at lurta, reflektera og taka skilagóðar fakligar avgerðir
- tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
- tú sært møguleikar framum forðingar
- tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/-ur
- tú ert fleksibul og tolir broytingar
- tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum trivnaði og arbeiðsumhvørvi.
Vit bjóða ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, har tú kanst fáa ávirkan á tænastuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.
Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á telefon 404581/ 229229 ella á t-post elisabethak@ks.fo
Umsóknarfreistin er 15. mars 2023
Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo