Útgivið
5. maj 2022
Útgongur
22. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Farloyvisstarv sum maskinmeistari á Landssjúkrahúsinum

Farloyvisstarv sum maskinmeistari á Landssjúkrahúsinum

Tekniska deild á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum maskinmeistara.

Starvið er eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv til setan frá 01.06.2022 ella eftir avtalu til og við 30.05.2023. Í starvinum ert tú eisini partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur tú tilkallivakt í eina viku, umleið 8. hvørja viku. 

Um starvið
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS,  M-DOC og KNX.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At góðskutryggja maskinur og útbúnað
  • At viðlíkahalda og umvæla maskinur og útbúnað
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild
  • At hava samband við uttanhýsis veitarar

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum maskinmeistari
  • Góðan telduførleika

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Ein fakligan mennandi gerandisdag, í einum fjølbroyttum og vinarligum arbeiðsumhvørvi
  • Spennandi starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til  Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 234539, teldupost saebni@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 22.05.2022.

Vinaliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið