Lýsing
Farloyvisstarv sum samskipari í Fíggjarmálaráðnum
Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini í senn? Dugir tú at arbeiða við tíðarfreistum? Og vilt tú hava eitt starv við fjølbroyttum og gevandi arbeiðsuppgávum? So er tað júst hetta starvið, tú skalt søkja. Okkum tørvar ein barsilsavloysara fyri samskipara okkara í tænastueindini – eitt starv í spennandi og avbjóðandi umhvørvi. Starvið er tíðaravmarkað frá 15. august og umleið
1 ár fram.
Tú kemur at arbeiða við ráðgeving, samskipandi uppgávum og tænastum innan tænastueindina.
Uppgávurnar eru millum annað:
• at samskipa lógarmál og onnur løgtingsmál
• at samskipa fundir og verkætlanir
• samskiftisuppgávur, so sum leggja út á heimasíðu, skriva tíðindaskriv v.m.
• ráðharratænasta og protokoll
• uppgávur innan málrøkt og rættlestur
Førleikar
Ert tú skipað/ur, hevur góð samstarvsevni, dugir at arbeiða sjálvsstøðugt eins væl og í bólki, ert tú kanska tann, vit sóknast eftir.
Tað er umráðandi, at tú hevur hóskandi útbúgving so sum bachelor og royndir innan almennari fyrisiting og/ella privatari vinnu. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú ert stinn/ur í føroyskum og enskum máli, og hevur kunnleika til føroyska samfelagið og politiska umsiting.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Talan er um eitt burðarfarloyvisstarv fulla tíð.
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skulu sendast til Fíggjarmálaráðið á fmr@fmr.fo í seinasta lagi 31. mai 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Bjarna Askham Bjarnason á telefon 502085.
___________________________________________________________________
UM RÀÐIÐ
Fíggjarmálaráðið er fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Høvuðsmálsøkini hjá
ráðnum eru: búskaparmál, fíggjarmál, skatta- og avgjaldsmál, lønarmál, kommunal fíggjarmál,
hagfrøðismál, talgilding, vegir og havnir, samferðslumál, almenn bygging og umvæling,
ferðslutrygdarmál og eigarapolitikkur landsins. Uni Rasmussen er landsstýrismaður í fíggjarmálum og
í ráðnum starvast 16 fólk. Ráðið heldur til í Tinganesi.