Landssjúkrahúsið
Útgivið
2. januar 2024
Útgongur
16. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøk 0,8 til B8 frá 01.02.2024 til og við 31.12.2024 í skiftandi vaktum.

B8 er ein medisinsk deild, ið tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 12 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar sum deildin. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar kardiologi og lungamedisin. Væntandi flyta vit í H-bygningin í 2024 og tí verða broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina.

Vit leggja dent á:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligar royndir innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísing og miðlan av vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar, eisini primersektorin.

Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • eitt jaligt tvørfakligt samstarv.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Katrin á Lakjuni, deildarleiðara á B8, tlf. 304500, lokal 6068, ella t-post katal@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 16.01.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”um okum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið