Nánd-Heimatænastan
Útgivið
9. juli 2024
Útgongur
23. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið hava demens, so hevur tú møguleika at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Søkt verður eftir starvsfólki til farloyvisstarv í dagtilhaldinum í Doktarahúsinum í Fuglafirði. Starvsbyrjan er 7. august 2024 ella eftir nærri avtalu, og starvstíðin er árið út. Dagtilhaldið er opið yrkadagar kl. 9-16. Starvið er á brøk 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna.

Endamálið við tilboðnum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi.

Vit vænta, at tú hevur:

  • persónligareginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
  • útbúgving innan heilsufakliga ella námsfrøðiliga økið
  • áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku.
  • gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einstøkum borgara og dugir at brúka hesar í arbeiðinum
  • førleikar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við persónin við demens, tey avvarðandi og starvsfelagar
  • ert ábyrgdarfullu/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast
  • áhuga og evni til tvørfakligt samstarv

Útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur.

Um eingin við útbúgving innan heilsufak ella námsfrøði søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur.

  • Útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær:

  • góðainnleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Umsóknarfreist:
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. juli 2024 kl. 12:00.
Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta

Setanarviðurskifti:
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran. Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, á tlf. 730232 ella elsebeth@eystur.fo

Um Nánd
Í Nánd leggja vit dent á stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at arbeiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurmenning og -venjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.nand.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið