Lýsing
Strandferðslan søkir eftir nýggjum farmafólki til farmadeildina í Tórshavn
Søkt verður eftir einum røskum og álítandi farmafólki til pakkhúsið í Tórshavn at byrja 1. mars 2024 ella skjótast til ber.
Á farmadeildini eru 4 starvsfólk, har 2 eru á hvørjari vakt. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú kemur at arbeiða aðruhvørja viku.
Høvuðsuppgávur sum farmafólk eru:
- Koyring við farmi og vøru til og frá skipum og útoyggjum
- Skipaavgreiðsla
- Kundaavgreiðsla
- Goymsluarbeiði v.m
- Viðlíkahald av tólbúnaði
Sum farmafólk vænta vit, at tú:
- Ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Ert fyrikomandi og leggur stóran dent á at veita kundum okkara eina góða tænastu
- Kann arbeiði við skiftandi arbeiðstíðum gjøgnum vikuna
- Hevur eitt gott arbeiðslag og góðan røkjuskap
- Hevur góð samstarvsevnir
Førleikakrøv:
- Koyrikort til sleipara/trailara
- Koyrikort til trukk
- Tað er ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir.
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir vera eftir sáttmálanum hjá Havnar arbeiðarafelag ella avvarðandi fakfelag.
Umsóknarfreistin er mánadagin 29. januar 2024 á miðnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til ein av formonninum, Göran Wennerström, gw@ssl.fo, ella Kaj Midjord, kam@ssl.fo á tlf. +298 293062.
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandferðslan er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, eisini nevnd SSL, er ásett við lóg, og tað er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í vikuni, frá morgni til myrkurs, tvs eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
SSL umsitur íalt 32 farleiðir, harav níggju oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar farleiðir eru níggju ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2022 var útivið 1,2 milliónir, Av hesum brúktu útivið 700 túsund ferðafólk ferjurnar og 500 túsund ferðafólk bussarnar. Flutt blivu 185 túsund akfør. Starvsfólkahópurin hjá SSL er umleið 200 fólk. Fyrisitingin er skipað í fimm deildir: Fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri. Sett er út í kortið at endurnýggja ferjurnar hjá SSL, og arbeiðið er í gongd.