Apotekið, framleiðslueindin
Útgivið
4. december 2023
Útgongur
14. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Framleiðsludeildin søkir eftir farmakonomi, ið hevur førleikar og áhuga at arbeiða innan sjúkrahúsveitingar og framleiðslu. Viðkomandi verður partur av framleiðslu- og skamtanartoymunum, umframt at standa fyri veiting av vøru til føroysku sjúkrahúsini og aðrar kontokundar.

Starvið
Starvið er sera fjølbroytt, tó verður umleið helvtin av tíðini brúkt til avgreiðslu av heilivágsbíleggingum. Sum ábyrgdari fyri avgreiðslu av kontokundum, skalt tú vera við til at tryggja, at bíleggingar til sjúkrahús, alivinnu og aðrar kundar verða avgreiddar rættstundis. Arbeiðsuppgávan er nýggj, so tú verður við til at mynda starvið.

Í Framleiðsluni verður tú við í toyminum, sum ger sterilar heilivágsblandingar til sjúkrahúsini. Til hesa framleiðslu verður arbeitt í sterilum umhvørvi og undir sera strongum góðskukrøvum. Í Skamtan verður tú við til at avgreiða skamtanarforskriftir, umframt at pakka og eftirkanna skamtanarheilivágin.

Vit leggja dent á at skipa arbeiðið soleiðis, at kundin fær eina trygga og góða tænastu.

Førleikar
Tú hevur lokið útbúgving sum farmakonomur og ynskir at arbeiða fyri at geva kundum okkara eina góða og trygga tænastu. Eisini ert tú álítandi, fyrikomandi og dugir væl at orða teg. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur.

Tær dámar at hava fjøltáttaðar uppgávur og tú megnar sjálvstøðugt at leggja tær arbeiðið til rættis. Tú ert ágrýtin, hevur eitt gott yvirlit og dugir at síggja møguleikar fyri, hvussu arbeiðsgongdir best kunnu skipast.

Harumframt ert tú ein vinarligur starvsfelagi, sum ynskir at vera við til at arbeiðsplássið mennist og at starvsfelagarnir trívast.

Vit bjóða
Til rætta viðkomandi bjóða vit eitt spennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi. Vit leggja dent á eina høga góðsku í arbeiðinum og ein góðan trivnað millum starvsfólkini.

Setanarviðurskifti
Starvið er ásett at vera 35 tímar um vikuna ella eftir avtalu og verður sett skjótast gjørligt.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Farmakonomfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. desember 2023. Umsóknir skulu sendast við at trýsta her.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo

Les meira um okkum á www.apotek.fo

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið