Lýsing
Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum farmakonomi til farloyvisstarv at byrja skjótast gjørligt. Tú verður partur av skamtanartoyminum, sum hevur ábyrgd av at pakka skamtaðan heilivág til áleið 1600 brúkarar. Tú kemur eisini at starvast í avgreiðslutoyminum, ið tekur sær av at avgreiða heilivágsbíleggingar til sjúkrahús og vinnukundar.
Starvið
Í skamtan verður tú við til at samskipa arbeiðsgongdina frá tí, at læknin sendir
skamtanarforskriftina, til heilivágurin er liðugt pakkaður og sendir brúkaranum. Tær ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar umfata m.a. at avgreiða skamtanarforskriftir, gera eftirlit av
skamtanarposunum, umframt at samskifta við heilsustarvsfólk og brúkarar. Í skamtan verður dentur lagdur á, at trygdin og tænastan til brúkaran er í hásæti.
Í avgreiðsluni verður tú við til at samskipa og avgreiða bíleggingar av heilivági og øðrum vørum til sjúkrahús, apotek og vinnukundar. Arbeiðsuppgávurnar umfata m.a. at avgreiða
bíleggingar, viðgera trotvørur, umframt at samskifta við aðrar apotekseindir og við
vinnukundarnar. Í avgreiðsluni er týdningarmikið, at kundin fær eina álítandi og góða tænastu.
Tínir førleikar
Umframt at tú ert útbúgvin farmakonomur, so hevur tú stóran áhuga fyri starvinum og teimum lýstu arbeiðsuppgávunum. Eisini ynskir tú at veita kundunum eina góða og trygga tænastu.
Dentur verður lagdur á, at tú ert ágrýtin, álítandi og sært týdningin í at arbeiða góðskutilvitað.
Tað er eisini týdningarmikið, at tú megnar at hava fjøltáttaðar uppgávur og samstundis at hava ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt
Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni til at samstarva við ymsar yrkisbólkar.
Tú dugir væl at arbeiða í toymi, men eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú ert
fyrikomandi og ynskir at geva títt íkast til, at arbeiðsplássið mennist og at starvsfólkini trívast.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og er tíðaravmarkað til 31. aug. 2026. Starvið er ásett at vera 34 tímar um vikuna og arbeiðsstaðurin er í Tórshavn. Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Farmakonomfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av prógvi, viðmælum og lívrensl skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. august 2025. Tú søkir starvið við at trýsta her.
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elisabeth
Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Les meira um okkum á www.apotek.fo