Landsapotekarin
Útgivið
20. juni 2024
Útgongur
8. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í sambandi við at Landsapotekarin er farin at varða av innflutningi av allari medisinskari útgerð og skráseting av hjáárinum í Føroyum, verður nú søkt eftir starvsfólki at hava eftirlit við hesum.

Tað verður sóknast eftir einum farmaseuti, sum kann tryggja, at medisinska útgerðin, sum kemur til landið, lýkur allar treytir og lógir. Menning av tøkni er tað, sum eyðkennir hesa vinnuna, og fara tað tí alla tíð at koma nýggjar vørur á marknaðin. Pharmacovigilance er eisini ein partur av arbeiðnum. Hendan uppgávan fevnir um innsavning, eftirlit, eftirmeting og fyribyrging av hjáárinum og aðrir trupulleikar við heilivágsnýtslu. Harumframt eru aðrar uppgávur hjá Landsapotekaranum, sum tú verður ein partur av. Tað kann verða avgreiðslur í tilskotsnevndini og uppgávur í samband við kliniskari farmasi í Kliniska toyminum.

Um starvið

Tú kemur at fáast við:

  • Eftirlit av medisinskari útgerð og gera vágametingar
  • Innsavning og greining av hjáárinum og gera váðametingar
  • Avgreiða umsóknir um tilskot til heilivág og medisinska útgerð
  • Hjálpa til í kliniska toyminum
  • Ráðgeva Landsapotekaranum í heilivágsspurningum

Arbeiðið er spennandi og fjølbroytt.

Løn er er sambært galdandi sáttmála.

Um teg

Tú hevur útbúgving sum farmaseutur. Uppgávurnar krevja at, at tú hevur sans fyri detaljum, og at tú dugir og dámar at hugsavna teg, og tú veitst hvat góðska er og ikki. Tú mást har næst duga væl at samskifta og samstarva við onnur, og so er tað eisini fyrimunur, um tú hevur royndir í uppgávunum sum tú skal arbeiða við.

Umsókn og CV
Vilt tú vita eitt sindur meira um starvið fyrst, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á hjalti@apotek.fo. Vilt tú lesa eitt sindur um Apoteksverkið, kanst tú vitja okkara heimasíðu www.apotek.fo.

Umsóknir skulu sendast við at trýsta á “Søk nú

Freistin at søkja er 8. juli 2024.

Líknandi størv

20. november 2025
Húsavørður til Eysturkommunu   Faroe Islands nýtt
20. november 2025
20. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið