FAROE SHIP
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
19. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Faroe Ship søkir eftir einum framskygdum og sterkum sølu- og logistikkfólki til útflutningsdeildina hjá felagnum.

Sølu- og logistikkfólkini á útflutningsdeildini hjá Faroe Ship sita í einari lyklastøðu í føroyskari útflutningsvinnu. Hvønn dag og hvørja viku skulu loysnir skapast fyri kundar okkara og virðismikið føroyskt tilfeingi skal flytast út í heim. Skjótt og væl.

Starvið sum sølu- og logistikkfólk hjá Faroe Ship er spennandi, tað krevur sterk samskipanarevni, og ávísar tíðir skal arbeiðast undir trýsti. Vit leita eftir einum sølu- og logistikkfólki, sum hevur eitt útsýni, ið fevnir um allan knøttin, og kunnleika til føroysku fiski- og alivinnuna og føroyskan útflutning annars.

Førleikakrøv
Dentur verður lagdur á eginleikan at umstilla seg skjótt og væl til nýggjar avbjóðingar og altjóða flutningsheimin, sum broytist skjótt. Vit raðfesta kunnleika og vitan um føroysku útflutningsvinnurnar, eitt gott tev fyri tænastu og handli og eitt ríkt hugflog, tá røttu loysnirnar skulu finnast. Roknað verður við, at sølu- og logistikkfólkið tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt.

Vit vilja hava eitt starvsfólk, sum er lætt í sinni, dugir bæði at hjálpa og samstarva, og sum hevur eitt smittandi áræði. At enda er neyðugt at duga at tosa og skriva føroyskt, skandinaviskt og enskt.

Lønarviðurskifti og umsókn
Lønin verður avtalað í samsvari við førleikar og royndir. Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til jobs@faroeship.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 19. september 2022.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Ingibjørg í Hoyvík, leiðara á Útflutningsdeildini, á telefon 549090 ella ingibjorg@faroeship.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið