FarPay søkir eftir KT-mennarum

Farpay
Útgivið
7. juli 2021
Staður
Skansavegur 1, 100-Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
5061

Lýsing

FarPay veitir eina framkomna gjaldstænastu til fyritøkur og feløg í Føroyum, Danmark, Grønlandi og skjótt eisini í øðrum londum. Fleiri enn 800 fyritøkur nýta FarPay til at handfara rokningar og gjøld. Seinasta ár sendi FarPay fleiri enn 10 mió. fakturar vegna okkara kundar.

Virksemið hjá FarPay heldur fram við at økjast, serstakliga við nógvum útlendskum kundum. Tískil hava vit tørv á enn fleiri starvsfeløgum, bæði í Føroyum og Danmark.

FarPay sóknast eftir dugnaligum, nærlagdum og eldhugaðum KT-mennarum.

Um starvið/arbeiðsuppgávur
Sum KT-mennari hjá FarPay, verður tú við til at menna ta bestu loysnina á marknaðinum innan gjaldingar til bókhaldsskipanir.

FarPay skipanin nýtir nýggjastu tøkni frá Microsoft og verður hýst í Microsoft Azure umhvørvinum. Dátamongdirnar eru stórar og krøvini eru høg til skalering og uppitíð. Tú fært stundir at fordjúpa teg í at menna kotu á høgum støði. Vit leggja stóran dent á brúkaraupplivingina, soleiðis at skipanin er løtt at nýta og er ein fragd fyri eyga.

FarPay selur eina standard tænastu og ikki menningartímar. Hetta merkir at tú sleppur undan at skráseta tímar og ístaðin kann leggja dagin til rættis saman við góðum starvsfelagum. Vit arbeiða við at loysa dagligar avbjóðing, men fremja eisini regluliga størri menningarætlanir.

Vit hava stásilig høli á Skansavegi í Tórshavn, við góðum útsýni yvir á Tinganes og Havnar vág. Hóast góðu umstøðurnar, er eisini møguligt at arbeiða heima, um tað er neyðugt.

Rætti umsøkjarin verður ein lyklapersónur, sum við tíðini fær ábyrgd og ávirkan á starvsøkið og kann verða við til at seta kósina fyri framtíðar loysnir.

Førleikakrøv
Tú hevur eina viðkomandi KT-útbúgving og royndir sum backend mennari í C# og MSSQL.

Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við frontend menning við t.d. JavaScript (Angular, Knockout, AJAX, jQuery), HTML og CSS.

Hevur tú eisini royndir við MS Azure og tilhoyrandi batch, functions, api og webapp, umframt handfaring av databasum við skalering og sharding, so kann tú rokna við at fáa sera spennandi, mennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.

Vónandi hevur tú grundleggjandi skil fyri bókhaldi, og eisini innlit í hvussu gjaldsskipanir virka, men tað er ikki eitt krav.

Tað er umráðandi, at tú sum persónur er fyrikomandi, hevur lætt við at samskifta og er forvitin eftir at finna loysnir.

Vit bjóða
Starvið verður lønt eftir avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá FarPay, Skansavegur 1 í Tórshavn.

Umsókn

Umsókn, prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu sendast til sasa@farpay.dk og verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 1. august 2021, kl. 18.00.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sámal Samuelsen, stjóra á telefon 66 77 08, +45 7199 3338 ella t-post sasa@farpay.dk

SØK STARVIÐ

 

 

Um FarPay
FarPay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.

FarPay hevur skrivstovur í Tórshavn og Keypmannahavn og størsti parturin av okkara virksemi er fyri kundar uttanfyri Føroyar. Í 2019 bleiv FarPay kosin ársins íverkseti.

➟ Les meira um okkum á www.farpay.io

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv