Hoyvíkar skúli
Útgivið
8. juli 2024
Útgongur
19. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fast starv leyst at seta frá 1. august 2024

Vit sóknast eftir lærara at undirvísa í myndlist, føroyskum í grunddeildini og donskum í miðdeildini.

Høvuðsuppgávan hjá læraranum er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er næmingalagað og verður skipað við atliti til persónligu, sosialu og fakligu menningina hjá einstaka næminginum.

Tann, ið settur verður, skal:

  • vera stundisligur og nærlagdur
  • vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum
  • vera við til áhaldandi at menna skúlan

Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:

  • ábyrgd
  • yrkisføri
  • floksleiðslu
  • samstarv
  • trúfesti

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Starvið sum lærari verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 19. juli kl. 13:00.

Umsóknin skal stílast til:

Hoyvíkar skúli
Att.: Anna Maria Reinert Jensen
Postboks 3073
FO-110 Tórshavn

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: anna.maria.jensen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Onnu Mariu Reinert Jensen, stjóra, á telefon 290069.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið