Herbergið
Útgivið
3. februar 2026
Útgongur
16. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Herbergið hjá Frelsunarherinum í TórshavnHerbergið

Hevur tú hjarta fyri menniskjum – og ynskir tú eitt arbeiði, har tú veruliga gert mun? Eitt arbeiði, har nærvera, virðing og menniskjaligur varmi eru líka týdningarmikil sum praktiskar uppgávur?
So er hetta starvið kanska nakað fyri teg.

Herbergið hjá Frelsunarherinum í Tórshavn søkir eftir vakjandi náttarvaktum, bæði:

Fast starv við arbeiðsbrøki 0,9.
Avloysara, ið kann taka vaktir eftir tørvi

Um starvið
Sum starvsfólk á herberginum ert tú ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá fólki, ið ofta liva við avbjóðingum. Tú ert við til at skapa ein tryggan og rúmligan gerandisdag, har fólk kunnu koma inn, verða sædd, hoyrd og møtt við virðing – akkurát sum tey eru. Arbeiðið snýr seg bæði um menniskjaliga nærveru og praktiskar uppgávur. Tú verður ein støðugur og álítandi persónur í einum umhvørvi, har smáar gerðir ofta hava stóran týdning.

Starvið fevnir m.a. um:

  • Vera til staðar hjá fólki við sosialum og/ella rúsevnisavbjóðingum.
  • Tryggja, at reglur og avtalur verða hildnar – á ein virðiligan hátt
  • Takað sær av vasking og annað fyrifallandi praktiskum arbeiði
  • Stuðla teimum, ið ynskja broytingar í lívinum, og vera bindilið til starvsfelagar og aðrar fakbólkar
  • Arbeiða í toymi saman við øðrum náttarvaktum
  • Hava mat og drekka klárt til sovandi gestir
  • Hava eftirlit við húsinum og tryggja frið og skil

Stutt um okkum
Herbergið í Tórshavn er partur av virkseminum hjá Frelsunarherinum. Vit arbeiða út frá einum kristnum virðisgrundarlagi, har menniskjalig virðing, umsorgan og næstrakærleiki eru grundsúlurnar í øllum, vit gera.

Herbergið er eitt búð- og umsorganarheim fyri menniskjum við sosialum og/ella rúsevnisavbjóðingum. Vit hava hitastovu og roykstovu, dagsentur og møguleika at lata heimleys gista í styttri tíðarskeið. Eisini hjálpa vit familjum og einstaklingum í trongd við mati og øðrum neyðugum.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert tolin, rúmlig/ur og fleksibul
  • megnar at møta fólki við virðing, eisini tá lívið er trupult
  • Góð samskiftisevnir – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi
  • megnar at halda reglur og arbeiða eftir leiðbeiningum
  • hevur góða likamliga og sálarliga heilsu
  • hrevur koyrikort
  • Rein revsiváttan er kravd

Arbeiðstíð

  • Vakjandi náttarvaktur
  • kl. 21.00 – 09.00
  • Arbeitt verður í vaktum við 5 dagar, 7 dagar frí, 7 dagar arbeiði, 9 dagar frí, og síðani endurtekur rullið seg.
  • Tú kemur at arbeiða 1 vikuskiftið um mðr. við møguleiki at takað fleiri vikuskfitiðvaktir um tú ynskir tað.

Løn og setan
Avloysara starvið verður lønt sum tímalønt sambært sáttmála hjá Pedagoghjálparafelagnum
Starvið sum er fast verður lønt sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og starvsmannafelagið.
Starvsbyrjan: skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til, Herbergid@frh.fo

 

Líknandi størv

Móttøkufólk til Norrönu   Faroe Islands nýtt
3. februar 2026
3. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið