Herbergið
Útgivið
4. juli 2025
Útgongur
16. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Starvsfólk til hitastovuna á Herberginum í Tórshavn

Herbergið í Tórshavn søkir eftir starvsfólki við hjartanum á røttum staði og áhuga fyri at hjálpa fólki í sera truplum lívsstøðum.

Um starvi
Starvið umfatar fleiri ymiskar uppgávur, millum annað:

  • At halda hitastovuna reina og ruddiliga og tryggja, at tað altíð er matur og drekka til brúkarar og vitjandi.
  • At vera til staðar og vera um fólk, ið ofta eru í sera truplum lívsstøðum og hava trupulleikar, sum standast av rúsevnis- og/ella alkoholmisnýtslu.
  • At halda øki uttanfyri reint og ruddiligt
  • At tryggja á ein rúmligan og lagaligan hátt, at reglur, avtalur og annað á staðnum verða hildnar.
  • At stuðla teimum, ið ynskja at gerast rúsfrí og virka sum bindilið til aðar starvsfelagar og fagbólkar.
  • At heinta vørur til herbergið, og ábyrgd av fløsku innsamlingini.
  • At hjálpa til við ymiskum praktiskum uppgávum á Herberginum, tá ið á stendur.

Stutt um okkum
Herbergið er búð- og umsorganarheim fyri menniskjur við rúsevnistrupulleikum. Vit hava hitastovu, dagsentur og møguleikar at lata heimleys gista í styttri tíðarskeið.

Førleikar
Dentur verður lagdur á, at starvsfólk eru tolin, rúmlig og fleksibul, og at tey fara fram við tí góða. Samstudis er neyðugt, at reglur verða hildnar og at stuðlað verður uppundur tær leiðbeiningar, ið eri í húsinum og eru fyri tey, ið vitja húsið. Neyðugt er at hava góð samskiftis- og samstarvsevnir og at síggja tað jaliga og góða í menniskjum sum stríaðst.

Neyðugt er hjá umsøkjara at hava góða heilsu, bæði likamliga og sálarliga.

Eisini er neyðugt at hava koyrikort.

Tað hevur týdning, at øll starvsfólk á Herberginum eru trúgv móti virðisgrundarlagnum hjá Frelsunarherinum
Søkt verður eftir føstum vaktarfólki at arbeiða í 7 dagar og við frí í 7 dagar. Arbeitt verður frá kl. 11:00-21:00 frá mánamorgni til og við sunnukvøldi. Um áhugi er fyri tíð, og persónligir førleikarnir eru til staðar, verður eisini møguligt at avloysa til aðrar arbeiðsuppgávur í húsinum.

Løn
Starvið er tímalønt eftir pedagoghjálpararfelagnum
Starvsbyrjan: Skjótast gjørligt.

Umsóknir skulu sendast til:
Martin Kúrberg, dagligur leiðari, á telduposti Martin@frh.fo. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, kann tú ringja til Martin Kúrberg, dagligur leiðari, á tlf. 517300.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið