Útgivið
2. februar 2022
Útgongur
16. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Fastlønt arbeiðsfólk til Landsverk

Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri. 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

At umsøkjarin hevur kranaloyvi D og royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið og við at koyra entreprenørmaskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið. 

Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsøkið fevnir um norðurøkið, tín arbeiðsstaður verður á Lambareiði. 

Tá ið vetrarhald og kavarudding er, byrjar arbeiðsdagurin kl. 05:00 á morgni í Eysturoynni. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í vetrarhálvuni.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum við at trýsta á ljósabláa knøttin "Send umsókn" og verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2022.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella við t-posti til arja@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið