Útgivið
26. november 2021
Útgongur
10. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Fastlønt arbeiðsfólk til Miðøkið hjá Landsverk

Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki at byrja 3.januar 2022 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri. 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

At umsøkjarin hevur kranaloyvi D og royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið og við at koyra entreprenørmaskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið. 

Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsøkið fevnir um mið og norðurøkið, tó verður tín arbeiðsstaður á maskinmiðstøðini í Kollafirði. 

Tá ið vetrarhald og kavarudding er, byrjar arbeiðsdagurin kl. 05:00 á morgni á Streymoynni. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í vetrarhálvuni.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum við at trýsta á ljósabláa knøttin "Send umsókn" og verða okkum í hendi í seinasta lagi 10. desember 2021.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mortan Olsen, økisleiðara, á tlf. 290 887 ella við t-posti til mool@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið