Felagið Nótaskip
Útgivið
2. juli 2024
Útgongur
19. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú førleikarnar og royndirnar til at taka yvir stafettina, og leiða Felagið Nótaskip víðari, nú stjórin í 16 ár hevur valt at gevast? So er tú kanska tann vit søkja eftir, nú Felagið Nótaskip skal hava nýggjan stjóra.

Høvuðsuppgávur

Stjórin hevur dagligu leiðsluna av felagnum, og stendur saman við nevnd felagsins á odda fyri menningini av Felagnum Nótaskip. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og fevna millum annað um málsviðgerð og ráðgeving, umframt aðrar uppgávur.

Leiðsla og fíggjarstýring :

Stjórin leiðir og fordeilir uppgávurnar, og tryggjar at arbeiði fylgir nevndarsamtyktum, og samskipar virksemi innan búskaparligu karmarnar, sum nevndin setur.

Stjórin tekur lut í sáttmálasamráðingum við avvarðandi yrkisfeløg.

Málsviðgerð og ráðgeving:

Sum málsviðgerði, leggur stjórin ætlanir, saman við nevndini, fyri hvørjar uppgávur skulu loysast og nær, og í hesum sambandi eisini fíggjarligar ætlanir. Stjórin luttekur á fundum felagsins.

Sum ráðgevi skal stjórin vera til taks hjá nevnd felagsins, tá tørvur er á tí. Eisini um hetta viðførir at arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Nevndararbeiðið:

Stjórin ger upplegg til nevndina, og luttekur tá fiskivinnusamráðingar eru. Afturat tí skal stjórin fylgja við og geva nevndini frágreiðingar um tað, ið er av týdningi fyri felagið. Og hann virkar sum skrivari á nevndarfundum og øðrum fundum, ið nevndin velur, at felagið luttekur í.

Samskifti:

Stjórin hevur samskifti við myndugleikar, og samstarvsfelagar hjá felagnum í øðrum londum

 

Førleikakrøv

Viðkomandi, ið søkir,  skal hava viðkomandi útbúgving, og viðkomandi leiðsluroyndir.

Persónligir eginleikar

Vit vænta, at rætti umsøkjarin:

  • Er fleksibul, og dugir at tillaga seg eftir umstøðunum
  • Hevur góð samskiftisevni
  • Dámar væl at fara í smálutir
  • Hevur samstarvssinni
  • Hevur áhuga fyri økinum.

Arbeiðsstað
Starvið fevnir um alt virksemi hjá felagnum Nótaskip og verður sum meginregla røkt út frá skrivstovu felagsins í Vinnuhúsinum.

Í samband við umboðan av felagnum, má roknast við nakað av ferðing uttanlands.

Løn og setanartreytir
Stjórin vísir til nevndina fyri felagið. Starvið verður sett og lønt sambært avtalu millum Felagið Nótaskip, og stjóran.

Umsóknir og freist
Umsókn, sama við CV, prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til simun@vrg.fo í seinasta lagi 19. aug. 2024. Miðað verður eftir at seta starvið frá 1. oktobur 2024. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at skriva til simun@vrg.fo, ella við at ringja til Símun Hammer á tlf. +298 566600.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið