SP/F Sport 24 Føroyar
Útgivið
2. maj 2025
Útgongur
18. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært

Lýsing

Vit í SPORT 24 Outlet sóknast eftir einum lagaligum starvsfólki, sum kann verða partur av okkara toymi, nú tá feria og annað er í nánd. Arbeiðsvikan verður eftir tørvi, og umfatar ymiskar vaktir. Tímarnir liggja millum kl. 10 - 18 gerandisdagar og kl. 10 - 16 leygardagar. Starvsbyrjanin skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Tað er týdningarmikið, at tú hevur møguleikan at arbeiða sum avloysari í alt summar, eftir tørvi, og at tú ert tøk/ur til tess.

Í byrjanini er ætlanin at tú ert á skemanum hvønn dag í nakrar tímar, soleiðis tú lættliga kemur inn í starvið. Hetta avtala vit nærri í felag.

Sum starvsfólk vænta vit, at tú dugur, at:

  • Veita kundatænastu og ert smílandi/fyrikomandi
  • Samskifta við kundarnir og helst á føroyskum
  • Síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan

Týdningarmest av øllum er, at tú tekur ábyrgd og ert skipað/ur. Víðari, at tú stuðlar uppundir eina positiva virkismentan. Vit arbeiða hvønn dag í felag, at skapa tað góða arbeiðsplássi. Hetta kann bert gerast veruleiki, um hvørt einasta starvsfólk gongur á odda fyri hjálpsemi og blíðskapi mótvegis øðrum starvsfeløgum – bæði nær og fjar.

Umsókn
Í umsóknini mást tú greiða frá, hvat tú gert til dagligt, og hvussu hetta t.d. kann hanga saman við starvinum.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær áðrenn 18. mai 2025 á midnátt.

Umsóknin skal sendast til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo

Um tú hevur spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu umvegis teldupost ella tlf. 257786, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00.

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025
Námslektari í stórdátum   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið