Rúsdrekkasøla Landsins
Útgivið
3. august 2022
Útgongur
21. august 2022
Staður
Skálatrøð 14, Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Rúsdrekkasøla Landsins sóknast eftir einum fíggjar- og fyrisitingarleiðara at byrja 15.september 2022 ella eftir nærri avtalu.

Í hesum starvi fært tú eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv. Høvuðsuppgávur tínar verða at hava fíggjar- og fyrisitingarviðurskifti um hendi, umframt at skipa mannagondir og starvssetanir.  Tú vísur beinleiðis til stjóran.

Útbúgving og førleikar

  • tú hevur leiðsluroyndir og dugir at stýra eini fíggjar- og fyrisitingardeild
  • tú hevur hægri útbúgving í búskapi
  • tú dugir at loysa talknútar og samansettar uppgávur
  • tú hevur royndir innan fíggjarstýring og Navision
  • tú hevur innlit í viðkomandi lógir og reglugerðir
  • tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga

Persónligir eginleikar

  • tú hevur eitt skipað arbeiðslag
  • tú vísir ábyrgd og dirvi
  • tú megnar og tolir broytingar
  • tú dugir at raðfesta og halda ásettar freistir
  • tú ert jaligur og dámar samstarv
  • tú heldur at starvsfólkaymiskleikin er spennandi

Í hesum starvi fært tú møguleika at arbeiða í eini landsfyritøku, sum er í støguðari broyting og menning. Tú fært eisini góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga.

Løn og setanartreytir
eru sambært sáttmála millum Búskapar- og løgfrøðingafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Send tína umsókn
við avriti av prógvum, CV og viðkomandi skjølum við teldubrævi til starv@rusan.fo heiti: ”Fíggjar- og fyrisitingarleiðari”

Umsóknarfreistin er sunnudagin 21. august 2022.

SØK STARVIÐ

 

 

Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Rógva Andrias Fossádal, stjóra, á tlf. 340 440

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið