Almannaverkið
Útgivið
16. januar 2025
Útgongur
10. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Talan er um eitt nýtt starv fulla tíð at seta skjótast til ber. Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeitt verður vanliga gerandisdagar í dagtímunum. Tú hevur tilvísing til deildarleiðaran á Fíggjardeildini.

Um Fíggjardeildina
Fíggjardeildin er partur av Fyrisitingini í Almannaverkinum. Á Fíggjardeildini starvast 17 fólk. Deildin er býtt upp í fýra toymi: bókhaldið, umsiting av pensjón, Vaktætlanartoymið og fíggjarfulltrúatoymi. Í fíggjarfulltrúatoyminum starvast í løtuni fýra fólk.

Almannaverkið umsitur landsins størstu játtan á fíggjarlógini við eini rakstrarjáttan, sum fíggjar vardar bústaðir, umlætting, vardar verkstaðir, sambýli og tænastur til sálarsjúk, og stuðul og bú- og viðgerðarstovnar til børn og ung umframt fyrisitingina. Harafturat kemur lógarbundna játtanin til eitt nú almannapensjónir og ymiskar veitingar. Almannaverkið er millum Føroya størstu arbeiðspláss.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið