Lýsing
Vit søkja eftir dugnaligum fíggjarfulltrúa at tryggja skynsama fíggjarstýring av Brennistøðini.
Sum fíggjarfulltrú skal tú tryggja at bókhald, fíggjarviðurskifti og lønarviðurskifti verða røkt soleiðis, at tað til eina og hvørja tíð er ein greið lýsing tøk av fíggjarstøðuni hjá Brennistøðini. Eisini kemur tú at gera fíggjarligar greiningar og hagtøl soleiðis, at grundarlagið fyri strategiskum avgerðum hjá leiðsluni er væl lýst.
Í starvinum verður tú partur av leiðslutoyminum og av arbeiðinum at gera fíggjar- og íløguætlanir umframt at gera fíggjarligar raðfestingar. Sum fíggjarfulltrú vísur tú til leiðaran á Brennistøðini.
Brennistøðin hevur eina árliga fíggjarætlan uppá uml. 60 mió, sum verður fíggjað av kommununi og við brúkaragjøldum. Økið umfatar brennistøð, endurnýtslu, jarnmóttøkupláss, rottangatøming, umframt ruskinnsavnan, sum er bjóða út.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu