Lýsing
Vit søkja eftir dugnaligum fíggjarfulltrúa til Kommunalu brennistøðina.
Sum fíggjarfulltrúi skal tú tryggja at bókhald, fíggjarviðurskifti og lønarviðurskifti verða røkt soleiðis, at tað til eina og hvørja tíð er ein greið lýsing tøk av fíggjarstøðuni hjá Kommunalu brennistøðini. Eisini kemur tú at gera roknskaparligar greiningar og hagtøl soleiðis, at grundarlagið fyri avgerðum hjá leiðsluni er væl lýst.
Í starvinum kemur tú at luttaka í leiðslutoyminum og í arbeiðinum at gera fíggjar- og íløguætlanir, umframt fíggjarligar raðfestingar. Tú vísir til leiðaran á Kommunalu brennistøðini.
Brennistøðin hevur eina árliga fíggjarætlan uppá uml. 60 mió, sum verður fíggjað av kommununi og við brúkaragjøldum. Økið umfatar brennistøð, endurnýtslu, jarnmóttøkupláss, rottangatøming, umframt ruskinnsavnan, sum er bjóða út.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144522