Lýsing
Tekniska fyrisiting syrgir fyri, at kommunalar ognir og veitingar verða rikin og hildin viðlíka á burðardyggan og orkusparandi hátt, har týðandi atlit verða tikin til umhvørvið. Somuleiðis hevur fyrisitingin ábyrgdina av øllum byggiverkætlanum í kommununi.
Sum fíggjarfulltrúi í Teknisku fyrisiting virkar tú sum innanhýsis fíggjarligur ráðgevi og -eftirlit, ið hevur eftirlit við rakstrinum og íløguverkætlanum, soleiðis at hesi liva upp til formkrøv og játtanarkarmarnar.
Í Teknisku fyrisiting eru fimm deildir við hvør sínum deildarleiðara: Býarskipanardeildin, Tekniska deild, Bygningsdeildin, Byggimálsdeildin og Umhvørvisdeildin.
Formliga verður tú sum fíggjarfulltrúi partur av Fíggjardeildini, men í tí dagliga vísur tú til tekniska stjóran.