Landsverk
Útgivið
18. september 2024
Útgongur
7. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú førleikarnar og hugin at menna og mynda fíggjarstýringina hjá Landsverki? Sum fíggjarleiðari á Landsverki stendur tú á odda fyri fíggjarleiðsluni av einum stovni, sum við sínum kjarnauppgávum hevur avgerandi týdning fyri virksemið í føroyska samfelagnum og gerandisdagin hjá borgarum kring alt landið.

Um Landsverk
Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki.

Landsverk hevur seinni árini verið í eini spennandi tilgongd við nútímansgerð innan fíggjarstýring og verkætlanarleiðslu við talgildan, førleikamenning og tryggum mannagongdum sum týðandi táttum.

Ábyrgdir og uppgávur
Fíggjarleiðarin er partur av leiðsluni í Landsverki og vísir til stjóran. Fremsta uppgávan er at tryggja, at Landsverk til eina og hvørja tíð virkar innan fyri fíggjarligu karmarnar, sum eru ásettir í fíggjarlógini, og at tær verklagslógir, sum Løgtingið hevur samtykt, verða fylgdar fíggjarliga neyvt.

Fíggjarleiðarin savnar fíggjarligu træðrirnar og syrgir fyri, at ætlanir og metingar halda, og heldur eitt vakið eyga við broytingum í heimliga og alheimssamfelagnum, sum kunnu raka okkum.

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgd av at syrgja fyri, at stovnurin støðugt hevur eitt dagført yvirlit yvir játtan, hildnar útreiðslur og væntaðan váða í sambandi við alt virksemi stovnsins.

Høvuðsuppgávurnar eru at:
• framleiða mánaðarligar frágreiðingar.
• syrgja fyri at búskettir verða fylgd.
• tryggja góðskuna av fíggjarstýringini á stovninum.
• at leiða fíggjardeildina og fíggjarliga eftirlitið.

Leiðsla og menning av Fíggjardeildini
Fíggjarleiðarin stendur á odda fyri fíggjardeildini, sum fevnir um bókhald og eftirlit. Eftirlitið - ella controlling - syrgir fyri at fylgja við øllum fíggjarligum virksemihjá Landsverki, so stovnurin altíð er dagførdur á fíggjarliga økinum. Fíggjarleiðarin er ein virkin partur av eftirlitinum.

Á fíggjardeildini starvast fimm fólk umframt fíggjarleiðaran. Tað verður tín uppgáva at menna deildina, so dagliga eftirlitið og kunningin fær ein størri leiklut.

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgd av at menna fíggjarstýringina í samstarvi við leiðsluna.

Førleikakrøv og væntanir
Tú hevur framúr fíggjarligt innlit og kandidatútbúgving ella tilsvarandi frá hægri lærustovni innan búskap. Royndir innan fíggjarstýring, grannskoðan og leiðslu í fíggjardeild eru ein fyrimunur.

Tú ert fakliga ágrýtin og vil taka á teg uppgávuna at menna og mynda fíggjarstýringina av størstu almennu byggiverkætlanum í Føroyum, samstundis, sum tú ikki tekur eyguni av dagliga virkseminum. Tú hevur politiskt og fíggjarligt tev og dugir sjálvstøðugt at meta um, hvat skal kannast nærri.

Tú er forvitin og vilt samskipa og leiða í einum krevjandi og kompleksum umhvørvi, har avgerðir skulu takast skjótt. Tú tolir eitt skiftandi arbeiðstrýst og skiftandi arbeiðsdagar. Tú arbeiðir skipað og megnar at halda fleiri krevjandi sakum koyrandi í senn. Tú sær møguligar trupulleikar og evnar skjótt at fara undir tilgongdina til at finna røttu loysnina.

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv við tænastustaði á skrivstovuni í Havn. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og BLF. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. oktober 2024. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Marjun Weihe Thomassen, stjóra, á tlf. 290 821 og math@lv.fo ella Jenny Maria Fosaa Syderbø, virkandi fíggjarleiðari, á tlf. 290 824 og jenny@lv.fo.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið