Útgivið
3. august 2022
Útgongur
2. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir dugnaligum fíggjarsamskipara. Talan er um eitt fulltíðarstarv við starvsbyrjan 15.09.2022 ella eftir avtalu.

Sum fíggjarsamskipari fert tú at hava um hendi fíggjarligu viðurskiftini á Tænastudeplinum. Talan er um bæði verkætlanir eins og lønarjáttanir hjá teimum 6 deildunum á deplinum, og fert tú at samstarva við bæði deildarleiðarar og depilsleiðaran. Somuleiðis fert tú at hava eftirlit við og framleiða tilfar knýtt at fíggjarligu viðurskiftunum á deplinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Bókingar í Búskaparskipan Landsins/ Leiðslukunningini
  • Leiðslukunning, lønir og verkætlanir, og at gera tilfar klárt til depilsfundir
  • Saman við leiðarunum á Vaskarínum, standa fyri lagurstýring, tilboðsfyrispurningum, útboðum o.ø. viðvíkjandi Vaskarínum á Landssjúkrahúsinum
  • Hava eftirlit við avtalur við veitarar
  • Arbeiða við Vaktplan-skipanini
  • Fíggjarlig viðurskifti, har tú kemur at samstarva við Fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum

Førleikakrøv

Tú hevur t.d. eina miðallanga útbúgving innan roknskap, búskap ella liknandi. Viðkomandi royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Harafturat er tað er ein treyt, at tú hevur góð evni at seta teg inn í ymiskar KT-skipanir.

Tíni samstarvs- og samskiftisevni eru góð og tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at virka sum sparringspartnari hjá starvsfólki og leiðarum. Tú hevur ans fyri smálutum, samstundis sum tú raðfestir at røkka ítøkiligum úrslitum og megnar at stýra menningarverkætlanum sjálvstøðugt. Sum persónur ert tú álítandi og fyrikomandi, og vit vænta, at tú ert fleksibul og røkin.

Vit bjóða
Tú kemur at starvast í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt trívast í einum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum, og fert tú at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum á deplinum og í Fyrisitingini, har depilsleiðslan á Tænastudeplinum húsast.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband depilsleiðaran á Tænastudeplinum Jóan Símun Saltá á t-post jss@ls.fo ella á telefon 234594.

Umsóknarfreistin er tann 21.08.2022.

Vinaliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið