Lýsing
Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum fíggjarstjóri í Atlantic Airways er nú leyst at søkja.
Vit leita eftir einum sterkum fíggjarligum profili at hava ábyrgd av búskapar- og fíggjarviðurskiftum felagsins í einari kompleksari vinnugrein við nógvum og strongum myndugleikakrøvum – bæði innlendis og altjóða.
Atlantic Airways virkar á einum altjóða marknaði við høvuðssæti í Vágum og harafturat eru støðir eisini í Keypmannahavn og Billund. Flogfelagið er rótfest í Føroyum við stórum týdningi fyri føroyska samfelagið og fyri øll, ið búleikast í Føroyum.
Sum fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways samtakinum fært tú eitt krevjandi og spennandi starv, har tú verður ein umráðandi partur av leiðslutoymi felagsins. Fíggjarstjórin umsitur eisini fíggjarviðurskiftini hjá Hotel Atlantic P/F og DutyFree P/F.
Fíggjarstjórin vísir til stjóran og fer at arbeiða tætt saman við hesum. Á fíggjardeildini arbeiða tilsamans 10 starvsfólk.
Tað verður tín uppgáva:
- at tryggja grundarlagið undir fíggjarliga haldføri felagsins
- at tryggja optimalar arbeiðsgongdir á fíggjarøkinum
- at gera fíggjarligar greiningar og tilmæli
- at ráðgeva stjóra og nevnd í fíggjarligum viðurskiftum
Um teg:
- Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir á fíggjarøkinum
- Tú hevur gott handils- og leiðslutev
- Tú hevur eina skipaða tilgongd til arbeiðið
- Tú ert ágrýtin, nýhugsandi og broytingarsinnað/ur
- Tú hevur dagførda vitan um kt-loysnir og -møguleikar
- Tú hevur møguliga altjóða royndir
Setan
Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.
Umsókn
Hevur tú hug at søkja starvið, trýst so her. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknarfreistin er 20. januar 2025.
Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli.
Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Árna Ellefsen, ráðgeva, tlf. 530724, t-postur ellefsen@atlantic.fo. Eisini er møguligt at seta seg í samband við Niels H. Mortensen, nevndarformann, t-postur niels@atlantic.fo ella Jóhannu á Bergi, forstjóra, tlf. 213730, t-postur johanna@atlantic.fo.