Útgivið
2. maj 2022
Útgongur
16. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Fiskarøktari til smoltstøðina á Húsum

Hevur tú áhuga fyri djórum og kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú røktar fisk? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til smoltstøðina á Húsum.

Sum fiskarøktari eru uppgávurnar:

  • at røkta fisk
  • at brúka ymiska tekniska útgerð
  • at stýra vatngóðsku
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Talan er um fulltíðarstarv, har tú arbeiðir frá 8-16 gerandisdagar.

Tín vangamynd
Sum persónur er tú ágrýtin, álítandi og tekur við ábyrgd. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Royndir innan aling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, tí tú fært góða upplæring frá okkum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða 
Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. 

Løn og setanartreytir
Løn er sambært galdandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri alivinnuna.

Meira at vita 
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríðu Isaksen, forkvinnu, á tel. 23 50 85 ella við t-brævi til fris@bakkafrost.com

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 16. mai 2022.

Starvið verður sett sum skjótast.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið