Útgivið
18. marts 2022
Útgongur
1. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Fiskarøktari til Svínoyar Rognkelsisstøð

Ynskir tú at vera partur av at menna víðari eina nýggja grein innan aling í Føroyum – rognkelsisaling – hevur tú møguleika at gerast fiskarøktari á Svínoyar Rognkelsisstøð.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.

  • Røkt av fiski
  • Fylgja væl við í fiskaheilsu og vælferð
  • Tryggja góða sjógvgóðsku
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Arbeiðsstaðurin er í Svínoy og verður arbeiði skipað í vaktum, 14 dagar til arbeiðis og 14 dagar frí.

Tín vangamynd
Sum persónur er tú ágrýtin og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.

Tað er eitt krav at tú hevur áhuga fyri at arbeiða við livandi verum.
 
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Vil tú vita meir um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Skeel Dahl, rakstrarleiðara, tlf. 210135.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 1. apríl 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda umvegis teldupost til:

psd@lumpfish.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið