Lýsing
Vit søkja eftir fiskarøktarum til smoltstøðina á Strond, sum koma at hava ábyrgd av at røkta rognini og smæsta fiskin á smoltstøðini.
Høvuðsuppgávurnar hjá fiskarøktarunum eru at fóðra fiskin og halda kørini og hallirnar reinar, soleiðis at fiskurin hevur tær bestu umstøðurnar at vaksa í.
Uppgávur
Tær dagligu uppgávurnar eru:
- At fóðra fiskin og eygleiða, hvussu fiskurin trívist
- At halda kør, útgerð og arbeiðsumhvørvið reint og ruddiligt
- At taka vatnprøvar og stýra vatngóðskuni
- At fylgja lógarkrøvum og innanhýsis mannagongdum til frama fyri fiskaheilsu og djóravælferð
- At hjálpa til við koppseting, útseting og sortering
Fiskarøktararnir vísa til formannin á smoltstøðini. Arbeiðstíðin er uml. 40 tímar um vikuna. Løn er sambært alarasáttmálanum.
Tín vangamynd
Fyri at trívast í starvinum er tað umráðandi, at tú ert røkin, trívist við ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt. Harumframt eru myndugleikakrøv og intern krøv, sum skulu yvirhaldast, og tí er tað týdningarmikið, at tú setir teg inn í galdandi mannagongdir og fylgir teimum. Tú fært dugnaligar starvsfelagar, sum fegnir veita ráðgeving og hjálpa tær, um tað eru ivamál.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánakvøldið tann 26. august 2024, og tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknirnar verða viðgjørdar, so hvørt sum tær koma inn.
Meir at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann á tel. 23 57 23 ella á t-posti roja@bakkafrost.com.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.648 starvsfólk (ársverk).