Lýsing
Fiskarøktarar til smoltstøðina í Skálavík
Nýtt og spennandi starv á smoltstøðini í Skálavík er leyst at søkja.
Bakkafrost byggir smoltstøð í Skálavík, sum væntandi verður klár at framleiða í seinnu helvt av 2026. Tá arbeiðið er liðugt, verður smoltstøðin 28.600 rúmmetrar og væntast at hava eina árliga framleiðslu á 6,5 milliónir smolt.
Arbeiðsøki
Sum fiskarøktari eru høvuðsuppgávurnar hesar:
- at røkta fiskin
- at brúka ymiska tekniska útgerð
- at stýra vatngóðsku
- at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Tú kemur at hava virknan leiklut í uppstartinum av framleiðsluni á nýggju smoltstøðini. Áðrenn støðin verður tikin í brúk, fært tú góða upplæring á øðrum smoltstøðum.
Tá smoltstøðin verður tikin í brúk, verður arbeitt í vaktarskipan, sum inniber, at starvsfólki gongur vakt og fær tilsvarandi fríviku.
Tað er ynskiligt at starvsfólki kann koma á smoltstøðina innanfyri 20 minuttir, tá viðkomandi hevur vakt. Til ber at búgva á støðini, tá ið starvsfólki hevur vakt.
Tín vangamynd
Sum persónur er tú ágrýtin, álítandi, tekur við ábyrgd og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar, áhuga í at arbeiða við djórum og telduførleikar á brúkarastøði. Royndir innan aling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, tí tú fært góða upplæring frá okkum.
Løn og setanartreytir
Lønin er sambært alarasáttmálanum.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðstein Heinesen, formaður, á tel. 235098 ella teldupost: eyhe@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” á leinkjuni niðanfyri.
Umsóknarfreistin er 22. februar 2026.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.