Bakkafrost
Útgivið
31. marts 2025
Útgongur
15. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir fiskarøktarum til smoltstøðina á Strond - Copy

Vit søkja eftir fiskarøktarum til okkara nýmótans smoltstøð á Strond.

Sum fiskarøktari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd.

Arbeiðsøki
Sum fiskarøktari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

  • at røkta fiskin
  • at brúka ymiska tekniska útgerð
  • at stýra vatngóðskuni
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tú fert at hava tína dagligu gongd á snøggu smoltstøðini á Strond. Vanliga arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna frá kl. 8 til 16 gerandisdagar. Fyri rætta viðkomandi er møguleiki at koma uppí vaktarskipan eftir gjølla upplæring.

Tín vangamynd
Sum persónur ert tú ágrýtin og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.

Løn og setanartreytir
Løn er sambært galdandi felags sáttmála hjá Klaksvíkar Arbeiðsmanna/kvinnufelag.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann, á tel. 23 57 23, teldupost roja@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 15. apríl. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.648 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

Ljósmøður til Barnakonueindina   Faroe Islands nýtt
1. april 2025
1. april 2025
1. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið