Bakkafrost P/F
Útgivið
8. juni 2022
Útgongur
25. juni 2022
Staður
Bakkavegur 9 • FO-625 Glyvrar, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir fiskarøktarum til smoltstøðina á Strond

 

Vit søkja eftir fiskarøktarum til okkara nýmótans smoltstøð á Strond.

 

Sum fiskarøktari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd.

 

Arbeiðsøki
Sum fiskarøktari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

- at røkta fiskin

- at brúka ymiska tekniska útgerð

- at stýra vatngóðskuni

- at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tú fert at hava tína dagligu gongd á nýgjørdu og snøggu smoltstøðini á Strond. Vanliga arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna frá kl. 8 til 16 gerandisdagar.

Tín vangamynd
Sum persónur ert tú ágrýtin og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Løn og setanartreytir
Løn er sambært galdandi felags sáttmála hjá Klaksvíkar Arbeiðsmanna/kvinnufelag.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann, á tel. 23 57 23, teldupost roja@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” niðanfyri.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 30. juni 2022. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið