BAKKAFROST
Útgivið
20. oktober 2022
Útgongur
6. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Útbyggingarnar á smoltstøðini á Norðtoftum eru við at vera lidnar, og rúmdin á smoltstøðini er vaksin frá 5.500 m3 til 18.000 m3. Við nýggja kapasitetinum fara vit at økja um mongdina og støddina á smolti, og tí hava vit brúk fyri dugnaligum fiskarøktarum, sum brenna fyri djóravælferð.

Á smoltstøðini á Norðtoftum verður tú partur av einum toymi við fiskarøktarum og maskinfólkum, sum hava drúgvar royndir innan aling.

Arbeiðsøki
Sum fiskarøktari eru høvuðsuppgávurnar hesar:

  • at røkta fiskin
  • at brúka ymiska tekniska útgerð
  • at stýra vatngóðsku
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna.

Tín vangamynd
Sum persónur er tú ágrýtin, álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar, áhuga í at arbeiða við djórum og telduførleikar á brúkarastøði. Royndir innan aling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, tí tú fært góða upplæring frá okkum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða
Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri alivinnuna.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Gregersen, formann, á tel. 23 50 96 ella við t-brævi til hegr@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” á leinkjuni niðanfyri.

Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 6. november 2022.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com

Søk starvi

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið