Bakkafrost
Útgivið
16. maj 2024
Útgongur
2. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir fiskarøktara til smoltstøðina á Viðareiði, sum kemur at hava ábyrgd av at røkta rognini og tann minsta fiskinum á smoltstøðini.

Høvuðsuppgávan hjá fiskarøktaranum er at fóðra fiskin og halda kørini og hallirnar reinar, soleiðis at fiskurin hevur tær bestu umstøðurnar at veksa í.

Uppgávur
Tær dagligu uppgávurnar eru:

  • At fóðra fiskin og eygleiða, hvussu fiskurin trívist
  • At halda kør, útgerð og arbeiðsumhvørvi reint og ruddiligt
  • At taka vatnprøvar og stýra vatngóðsku
  • At fylgja lógarkrøvum og innanhýsis mannagongdum til frama fyri fiskaheilsu og djóravælferð
  • At hjálpa til við koppseting

Fiskarøktarin vísir til formannin á smoltstøðini. Arbeiðstíðin er uml. 40 tímar um vikuna. Løn er sambært alarasáttmálanum.

Tín vangamynd
Fyri at trívast í starvinum er tað umráðandi, at tú ert røkin, trívist við ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt. Harumframt eru myndugleikakrøv og intern krøv, sum skulu yvirhaldast, og tí er tað týdningarmikið, at tú setir teg inn í galdandi mannagongdir og fylgir teimum. Tú fært dugnaligar starvsfelagar, sum fegnir veita ráðgeving og hjálpa tær, um tað eru ivamál.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er sunnukvøldið tann 2. juni 2024, og tú søkir starvið við at trýsta her.

Meir at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sigurð Jacobsen, formann á tel. 23 50 88 ella á t-posti sija@bakkafrost.com.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk)

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið