Lýsing
Tann 01.11.2023 letur nýggjur bú- og umlættingardepil upp á Tvøroyri. Talan er um Sílá, sum er fyri fólk við ymiskum avbjóðingum. Depilin er ætlaður fólki í aldrinum frá 18 ár til fólkapensjónsaldur. Sílá hevur bæði vardar bústaðir og umlættingarpláss og eftir ætlan verða 5 búpláss og 2 umlættingarpláss á nýggja deplinum.
Almannaverkið søkir eftir fólki við námsfrøðiligari og heilsufakligari útbúgving og eftir reingerðarfólki.
Um størvini
Virksemið við Sílá nýtt og søkt verður eftir fleiri starvsfólkum at arbeiða fulla tíð. Møguleiki verður at gera avtalu um niðursetta arbeiðstíð, um ynski er um tað.
Byrjað verður 01.11.2023 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í trískiftisvaktum, t.v.s. í dag- kvøld- og náttarvaktum allar dagar í vikuni.
Søkt verður eisini eftir fólki til avloysarastørv, sum kunnu avloysa í sambandi við sjúku, skeið, feriu o.a.