Lýsing
Nýggi bú- og viðgerðarstovnurin í Kvíggjartúni á Argjum, sum er fyri børn og ung við autismu, letur eftir ætlan upp á heystið 2023. Nýggja tilboðið er skipað við eini búeind og við virkis- og umlættingareind.
Almannaverkið søkir eftir fleiri fólkum við námsfrøðiligari útbúgving at byrja 01.11.2023 ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú hug og hegni at arbeiða innan hetta økið, so hevur tú nú ein einastandandi møguleika at fáa eitt spennandi starv við sera góðum møguleika at seta tín dám á nýggja heimið.
Ert tú forvitin at vita, hvat rørir seg inni í børnum og ungum? Og liggur tað til títt lyndi at tryggja, at øll børn og ung hava møguleika at koma til orðanna, óansæð um tey samskifta við málið, myndum ella við tøkni? Hevur tú royndir við Low arousal (LA2) og hevur hug til at brúka tína vitan og fakligheit í einum nýggjum samanhangi? Ella hevur tú kanska royndir innan búpláss fyri ung, men leitar eftir nýggjum fakligum avbjóðingum? Ella hevur tú nýliga fingið prógv sum námsfrøðingur og ynskir at arbeiða innan fyri serøkið?