Lýsing
Fólk til verklagstoymið hjá Landsverki
Kundi tú hugsað tær, at verið við í einum nýggjum verklagstoymi, sum røkir ymiskar rakstraruppgávur kring landið, so er tað kanska tær vit leita eftir. Vit sóknast eftir dugnaligum og álítandi fólki til at byrja skjótast tilber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um arbeiði innan smærri verklagsarbeiði so sum:
- viðlíkahald av bilverju, herundir uppsetan av tráðbilverju
- útlegging av asfalti í sambandi við smærri asfaltarbeiði
- vakt í vetrartænastuni
- aðrar fyrifallandi uppgávur hjá stovninum
Førleikakrøv
Tú hevur gott tekniskt innlit, og tað er fyrimunur, um tú hevur handverksliga útbúgving, hevur royndir við mekaniskum arbeiði, asfaltarbeiði ella anlegsarbeiði sum heild. Stóra koyrikortið og BE koyrikort eru kravd fyri at røkja starvið.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur. Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin hevur tikið skeið í "Vegurin sum arbeiðspláss.
Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum.
Setanarviðurskiftir
Starvið er fulltíðarstarv og roknast má við nakað av yvirtíð. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Tín fasti arbeiðsstaður er í Kollafirði, tó fevnir arbeiðsøkið um alt landið.
Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagið 18. februar 2022.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mortan Olsen, økisleiðara, tel. 290 887 ella umvegis teldupost: mool@lv.fo.