Útgivið
17. januar 2022
Útgongur
31. januar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Flogmekanikaralærlingur til Atlantic Airways í Føroyum

Hevur tú gott høvd, góðar hendur og góðan hug til framkomnan mekanikk? Dámar tær væl at hava skil á tingunum og arbeiða eftir forskriftum? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum toymi, sum tryggjar, at okkara flogfør og tyrlur eru til reiðar at fara á flog? So er tað møguliga tær, vit leita eftir, tí Atlantic Airways tørvar ein flogmekanikaralærling.

Okkara lærlingar fáa eina holla og umfatandi innleiðslu í og vitan um viðlíkahald og umvæling av flogførum og tyrlum – bæði innan mekanikk, pneumatikk, hydraulikk og elektronikk.

Alt hetta er neyðugt fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.

HØVUÐSUPPGÁVUR HJÁ DEILDINI
Høvuðsuppgávan er at viðlíkahalda okkara Airbus flogfør og okkara AW139 tyrlur frá nøs til hala. Vit fylgja viðlíkahaldsskipanunum frá verksmiðjunum, og er hetta uppbýtt í ATA kapitlar (Air Transport Association).

UM STARVIÐ

  • Lærutíðin er umleið fýra og eitt hálvt ár
  • Handverksfrálæran fer fram í Føroyum og møguliga á útistøðunum hjá felagnum og á øðrum viðkomandi verkstøðum
  • Skúlaskeiðini fara fram á TEC-Aviation í Hvidovre í Danmark
  • Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava grundskeið í flogmekanikki, 10. floks prógv og støddfrøði á c-stigi

Í lærutíðini er lønin ásett sambært sáttmála millum Atlantic Airways og avvarðandi fakfelag.

UM TEG

  • Tú hevur evni og handalag til at arbeiða við amboðum, tøkni og mekanikki
  • Tú hevur hug til at arbeiða bæði analogt og talgilt
  • Tú hevur vanligan kunnleika í enskum
  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert ágrýtin og hevur góð samstarvsevni

VIT BJÓÐA
Eina spennandi og avbjóðandi lærutíð í eini dynamiskari fyritøku, har tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum og verður partur av eini deild, sum við eldhuga og nærlagni greiðir sítt arbeiði úr hondum.

STARVSSTAÐUR
Starvsstaðurin er á flogvøllinum.

UMSÓKNIR OG UMSÓKNARFREIST
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Richard Johansen, leiðara á Part-145, á telefon 213 785 ella telduposti richard@atlantic.fo ella Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á telefon 213 702 ella telduposti elin@atlantic.fo.

Send okkum eina skrivliga umsókn saman við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum á starv@atlantic.fo – viðmerk „Flogmekanikaralærlingur” í teldupost-heitinum.

Umsóknin skal verða Atlantic Airways í hendi í seinasta lagi mánadagin 31 . januar 2022.

UM OKKUM
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 140 eldhugað og tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu.

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið