Atlantic Airways
Útgivið
27. januar 2025
Útgongur
18. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kom við á okkara toymi!

Hevur tú stóran áhuga í mekanikki og framkomnari tøkni, og dámar tær væl at hava skil á tingunum og arbeiða eftir forskriftum? So hava vit kanska eitt lærupláss til tín.

Sum lærlingur hjá Atlantic Airways verður tú partur av einari dynamiskari fyritøku og einum dugnaligum og jaligum toymi, sum dagliga hevur eftirlit við og tryggjar, at okkara flogfør og tyrlur eru til reiðar at fara á flog. Tú fært holla og umfevnandi innleiðslu í og vitan um viðlíkahald og umvæling av flogførum og tyrlum. Tað verið seg mekanikk, pneumatikk, hydraulikk og elektronikk.

Alt hetta er neyðugt fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, er tað heilt víst tær, vit leita eftir.

Leinkja til lýsing
Leinkja til umsóknarblað

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið