Lýsing
Vit søkja eftir fóðrara til fóðurmiðstøðina í Kollafirði. Sum fóðrari hevur tú ábyrgd av, at fiskurin verður fóðraður á heilsugóðan og burðardyggan hátt, og tú arbeiðir í einum toymi saman við fimm øðrum fóðrarum, sum fóðra talgilt fyri aliøkini á Gulanum, Kollafirði, Funningsfirði, Gøtuvík og Fuglafirði.
Um starvið
At vera fóðrari er eitt ábyrgdarfult starv, tí fóðringin hevur beinleiðis ávirkan á fiskaheilsu, vøkstur og úrslit. Sum fóðrari hevur tú ábyrgd av at tryggja, at laksurin fær neyðuga føðslu og verður mettur hvønn dag, samstundis sum atlit verður tikið til fiskaheilsu, djóravælferð og umhvørvi.
Tær dagligu uppgávurnar eru m.a.:
- Stýra fóðringini
- Hava dagligt samband við økini, sum fóðrað verður fyri
- Viðlíkahald av tekniskari útgerð á fóðurmiðstøðini
Tín vangamynd
Ynskiligt er, at tann, ið verður settur í starv hevur hesar førleikar:
- áhuga fyri fiskaheilsu og hegni til at eygleiða atferð hjá laksi
- góð samskiftisevni til at samskifta við forfólk og alarar á økjum, sum fóðrað verður
- fyri og við KT deildina
- vera teknist væl fyri og kunna loysa smærri KT avbjóðingar sjálvstøðugt
- tað er ein fyrimunur um viðkomandi hevur royndir í alivinnuni
Tað er sera týdningarmikið, at fóðrarin leggur dent á gott samstarv við alarar á aliøkjunum, sum fóðrað verður fyri og aðrar samstarvspartnarar.
Løn
Talan er um fultíðarstarv og lønin er sambært avtalu. Arbeitt verður eftir vaktarskipan við dagvaktum, sum kunnu liggja allar dagar í vikuni.
Meir at vita
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddvald Olsen, Deildarleiðara í sjógvaling vest á tel 23 51 49 ella á t-posti odos@bakkafrost.com
Hug at søkja?
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna omanfyri. Umsóknarfreistin er tann 4. januar. Vit ynskja at seta starvið sum skjótast.