Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
31. oktober 2025
Útgongur
17. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Dámar tær væl at arbeiða í køki, ert vælvirkin og ynskir at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað tær vit leita eftir.

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðara at byrja 01.01.26 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 36 tímar um vikuna. Arbeitt verður frá kl. 07.00 til 15.00.

Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til øll okkara viðskiftafólk.

Arbeiðsuppgávur eru í høvuðsheitum:

Matframleiðsla, fyrireiking, planlegging og pakking
Fremja innaneftirlit, vørumóttøka og daglig reingerð
Borðreiðing á seingjardeildini, tá brúk er fyri tí

Førleikarkrøv:

  • Prógv sum føðsluatstøðingur ella líknandi kostfakliga útbúgving.
  • Starvsroyndir frá stovnskøki og diætarbeiði kann vera ein fyrimunur
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Ert kreativ/-ur og dugir at síggja møguleikar

Vit bjóða:

  • Ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum
  • Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri menning, nýhugsan og nýskapan
  • Innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum

Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Nicolinu Jacobsen, leiðara í køkinum, á
telefon 404581 ella á teldupostadressu: nicolina@ks.fo

Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 17.11.25

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og
Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið