Lýsing
Vilt tú vera við, nú vit fara at gerast ein av landsins størstu stovnskøkum?
Køkurin á Landssjúkrahúsinum flytur í nýggja H-bygningin og tá taka vit nýggja útgerð í brúk, sum kann menna framleiðsluna og arbeiðið í køkinum. Ert tú føðsluatstøðari ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving, og hevur tað týdning fyri teg at gera føðslurættan mat, til bæði sjúklingar og starvsfólk, so er tað tær, vit leita eftir.
Køkurin ger mat til sjúklingar, og eisini til Kafeina og Matarhøllina. Vit eru sannførd um, at maturin hevur stóran týdning og er ein partur av viðgerðini, tí leggja vit stóran dent á, at maturin er bæði góður og føðslurættur.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
Planlegging og fyrireiking av matframleiðslu. Harumframt ert tú partur av matframleiðsluni, pakking, borðreiðing, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð av køkinum.
Starvið er á starvsbrøki 1,0 og til setan 01.08.2022 ella eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki.
Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 og vikuskiftisvaktir umleið 3. hvørt vikuskifti.
Tá flutt verður í H bygningin, kann roknast við broytingum í arbeiðstíðunum og arbeiðsuppgávunum.
Førleikar:
- Tú ert føðsluatstøðari ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
- Tú hevur KT-førleika á brúkarastøði
- Arbeiðsroyndir frá stovnskøki og at framleiða dietar kann vera ein fyrimunur
Um teg:
- Tú ert álítandi og røkin
- Tú dugir at taka ábyrgd og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
- Tú tolir broytingar í arbeiðinum
Vit bjóða:
- Virknar og dugnaligar starvsfelagar
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum
- Felags innleiðslu fyri nýsett starvsfólk, umframt upplæring á staðnum
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, á telefon 234520 ella teldupost gudna@ls.fo
Umsóknarfreistin er 13.06.2022
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.