Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir føðsluatstøðingi ella fólki við royndum innan matgerð til køkin í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum.

Um starvið

Fremsta uppgávan hjá køkinum er at skapa trivnað millum okkara starvsfólk, so Almannaverkið er millum bestu arbeiðspláss í landinum. Køkurin ger døgurða hvønn dag og hjúklar á annan hátt um starvsfólkini við bæði søtum og sunnum.
Talan er um eitt fast starv 35 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum á Staravegi 18 í Havn.

Arbeiðstíðin er fyri tað mesta um morgunin, tó at longri dagar kunnu vera alt eftir arbeiðstrýstinum. Av tí sama er møguligt at hava frídagar, tá ið minni er at gera.

Umleið 140 starvsfólk arbeiða í høvuðssætinum, og køkurin er mannaður við trimum fólkum: einum føðsluatstøðingi, sum leiðir køkin, og tveimum øðrum køksfólkum.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144149&DepartmentId=18964&MediaId=4615

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið