Lýsing
J&K Petersen søkir eftir førara til lastbil, sum eisini kann taka hond í dagliga arbeiðnum, sum hoyrir byggivinnuni til.
Tú fert at hava høvuðsábyrgdina av koyring og viðlíkahaldinum av lastbilinum, og tá ongar uppgávur eru til bilin, verður tú partur av dagliga arbeiðnum á verkætlanum okkara.
Vit søkja tí eftir framleiðslufólki ella handverkara, sum hevur áhuga fyri koyring og byggivinnuni sum heild.
Vit kunnu bjóða tær
góða løn og treytir sambært avtalu.
Um teg
Tað er ein fyrimunur, men ikki krav, at tú ert hondverkari ella hevur royndir innan byggivinnuna, og at tú sum persónur er:
- fleksibul,
- álítandi, og
- røkin.
Stóra koyrikortið er ein treyt.
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðara, á telefon 585013.
Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo.
Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi, og starvið verður sett eftir summarferiuna ella eftir avtalu. Freistin at søkja er fríggjadagin 21 november 2025.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI