Lýsing
Vit skulu hava nýggjan førara á einum av okkara pumpubilum
Hevur tú hug at vera partur av spennandi byggiverkætlanum kring alt landið?
Vit leita eftir einum eldhugaðum førara til pumpubil, sum vil hava ein týðandi leiklut í at seta grundina undir framtíðini.
Tín leiklutur
Sum pumpuførari verður tú hann, sum tryggjar, at betong kemur fram har tað skal – í rættari tíð og í rættari dygd. Tú verður ein týðandi brikkur í samstarvinum millum byggiplássið, okkara toymi og kundarnar. Ein dagur er ongantíð tann sama, og tú sleppur at uppliva alt frá stórum virkisbyggingum til smærri byggingar á privata marknaðinum.
Arbeiðsuppgávur
- At koyra pumpubil og tryggja betongveitingar til okkara egnu verkætlanir, til byggifyritøkur og til privata marknaðin.
- At samstarva við byggileiðarar og arbeiðsfólk á plássinum fyri at fáa alt at ganga uppá stás.
- At hava ábyrgd av, at bilar og maskinurnar á blandistøðini altíð eru í góðum standi.
- Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- ert arbeiðssom/samur, røkin og álítandi.
- dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðug/t.
- ert fleksibul og ikki bangin fyri nýggjum avbjóðingum.
- hevur koyrikort C (krav).
- hevur royndir sum pumpu- ella kranførari (ein fyrimunur, men ikki krav)
Vit bjóða tær
- Eitt starv, har tú veruliga sært týdningin av tínum arbeiði.
- Nútímans útgerð og góðar arbeiðsumstøður.
- Upplæring og menning, so tú fært allar neyðugar førleikar.
- At vera partur av einum sterkum og væl skipaðum toymi, sum hevur gott arbeiðslag og heldur saman.
- Kappingarføra løn
Hetta er starvið til tín, sum vil vera við til at byggja framtíðina – bókstaviliga!
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.